renning
tíðindaskriv
Hendan kappingin er eitt sindur ørðvísi á tann hátt, at bert tey, ið luttóku í stóra tiltakinum í Vágatunlinum, Runnið undir sundi, 8. desember í fjør, kunnu luttaka.
Grót úr tunlinum
Í samband við tunnilstiltakið vórðu serlig heiðursmerki framleidd úr gróti úr tunlinum. Tá fyriskipararnir vegna óvæntaða stóra luttøku gjørdu av at broyta kappingina til eitt motiónstiltak, var lovað, at tey, ið høvdu hug, skuldu sleppa at kappast um hesi heiðursmerkini 5. apríl í Sandavági.
Ymsir bólkar
Kappingin 5. apríl er býtt í ymsar bólkar. Hesir bólkar eru gjørdir sambært tí aldri, luttakararnir høvdu, tá tunnilsrenningin var. Kappast verður á hesum teinum:
Dreingir -7/Gentur -7 (f.1995 ella seinni) renna 500 m.
Dreingir -10/Gentur -10 (f.1992-1994) renna 500 m.
Dreingir -13/Gentur -13 (f.1989-1991) renna 1000 m.
Dreingir -17/Gentur -17 (f.1985-1988) renna 1000 m.
Kvinnur (f. 1957-1987)renna 5 km
Menn (f. 1957-1987) renna 5 km
Veteranar kvinnur (f. ?1956)renna 5 km
Veteranar menn (f. ?1956) renna 5 km
Øll kappingin fer fram nærhendis kirkjuni í Sandavági. Tveir teir smærru aldursbólkarnir hjá børnum renna eina rundu á eystara áarbakka, meðan tveir teir størru renna tvær. Tey vaksnu renna góðar 5 rundir í bygdini.
Tað er ókeypis at luttaka í kappingini 5. apríl. Tó er neyðugt at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 3. apríl.










