Sandavágsmenn á odda

Talv: Sandavágsmenn hava lagt seg á odda í landskappingini eftir fyrstu tvey umførini.

Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.


Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil.


Støðan í toppinum í 1. deild eftir tvey umfør:


1. Sandavágur 7 stig

2. Klaksvík 6

3. Havnin 5


Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið í 1. deild. Sætta liðið í deildini er Kollafjarðar Talvfelag.


Sandavágs Talvfelag hevur somu manning sum í fjør. Høgni Egilstoft Nielsen situr á 1. borði í ár. Stóribeiggin, Rógvi, hevur víkt sætið og hevur sett seg á 2. borð. Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen eru á aftaru borðunum.


Á liðnum hjá Klaksvík 1 hava Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Janus Skaale telvað fyrstu tveir dystirnar.


Meistarar í dvala

FM-manningin seinastu tvey árini hjá Havnar Telvingarfelag er byrjað eitt sindur trilvandi. Hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - OL-toppskjúttin í september - hava verið við. Sum skilst ætlar Martin Poulsen ikki at telva í vetur.

Sunnudagin vóru OL-telvararnir Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen heldur ikki við. Á liðnum telvaðu í staðin Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen

Í 2. deild, har seks lið kappast, hevur Havnar Telvingarfelag lagt seg á odda, og í 3. deild, sum hevur tíggju lið, hava norðstreymoyingar fingið bestu byrjanina. Á odda eru Kollafjørður og EB/Streymur, sum er nýtt lið.


Dystirnir í 3. umfari verða sunnudagin 25. november. Í 1. deild verður telvað soleiðis: Klaksvík-Sandavágur, Havnin-Kollafjørður og Havnin 2-Klaksvík 2.


Tíggju umfør eru í landskappingini.


Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com


Tíðindaskriv