Sandavágsfólk vóru í Vinnumálaráðnum í Tinganesi hósdagin og handaðu Bjarna Djurholm ein lista við undirskriftum, har mótmælt verður ætlanini um at stongja posthúsið í Sandavági.
Á listanum, sum landsstýrismaðurin fekk handaðan, vóru góðar 340 udnirskriftir, sum er umleið helmingurin av samlaða íbúgvaratalinum í Sandavági.
?Hetta er eitt massivt mótmæli, siga tey, sum staðið hava fyri undirskriftasavnanini. At kalla hvørt mansbarn við valrætti, sum var heima, meðan listanrir lógu frammi, hevur skrivað undir. Børn eru ikki á listanum, siga tey.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, váttaði, at posthúsið í Sandavági stendur á einum lista, hann hevur fingið yvir posthús, sum møguliga skulu latast aftur í samband við ætlaninar hjá Postverkinum.
Men hann kundi ikki lova, at posthúsið í Sandavági ikki letur aftur, hóast hann bar boðini víðari til stjóran á Postverkinum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður lovaði teimum, sum komin vóru til Havnar við undirskriftunum, at hann skuldi lata boðini fara víðari. Meira segði hann seg ikki fáa gjørt í løtuni.