Áðrenn seinasta umfar í talvkappingini liggur Sandavágs Talvfelag 2½ stig frammanfyri Klaksvík-1 Sandavágsmenn telvaðu í dag ímóti HT2 og fingu fulla úrtøku, KT1 tapti í dag 1½-2½ móti HT1 og VT vann 3½-½ móti KT2. Sostatt eru Sandavágsmenn á fyrsta plássi - 2½ stig frammanfyri KT1, sum eru á 2. plássi.
Tað er eitt umfar eftir at telva í ár, so sandavágsmenn liggja væl fyri til at vinna FM.
Støðan áðrenn síðsta umfar er henda:
Sandavágur 23
Klaksvík1 20½
Havn1 20
Vestmanna 19
Klaksvík2 13½
Havn2 11
10. og seinasta umfar verður telvað leygardagin 28. mars, tá hittast:
Havnin-2 - Klaksvík-2
Vestmanna - Klaksvík-1
Havnin-1 - Sandavágur