Í dag eru liðin 90 ár, síðani kirkjan í Sandavági varð vígd. Tað var 3. sunnudag eftir páskir, tann 29. apríl í 1917, at Andreas C. Evensen, próstur, vígdi kirkjuna í Sandavági.
Magnus á Kamarinum í Havn teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðingina, og hann var eisini byggimeistari og formaður, tá kirkjan bleiv smíðað.
Sandavágur er gomul kirkjubygd, og í kirkjuni eru fleiri lutir, sum eru nógv eldri enn hendan kirkjan. Eitt nú er ein silvurkalikur frá 1768 og altartalvan er umleið 150 ára gomul.
Rúnarsteinurin, sum varð funnin í Sandavági í 1917, er eisini í kirkjuni. Hann er umleið 800 ára gamal.