Sancy
Djúpvatnstrolarin Sancy, sum hevur verið ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum seinastu árini, er nú seldur til Noregs, har hann fer at sigla sum fylgiskip í seismikkvinnuni. Keypari er norðmaðurin Oddvar Vea, sum áður hevur keypt Froyu I og eitt nú chartrar Jónrit, sum er heimahoyrandi á Strondum.
Í nakrar dagar hevur Sancy ligið í Runavík, har maskinverkstaðurin Mekanik er í holt við at yvirhála høvuðsmotor og ljósmotor. Hetta eru krøv, sum klassin setir.
Helgi Davidsen, sum er ættaður úr Runavík, skal føra skipið, tá tað loysir aftur. Saman við honum verða fýra aðrir føroyingar, stýrimaður, tveir maskinmenn og kokkur.
Enn er ikki endaliga gjørt av, um skipið fer at sigla undir føroyskum ella norskum flaggi.
Helgi, sum í eini 10 ár hevur búð í Danmark, hevur siglt hjá Oddvar Vea í umleið hálvt annað ár, og hann hevur eisini ført Froyu I.
Skiparin sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Sancy verður tað, sum rópt verður, ”chasari” í seismikkvinnuni í Grønlandi.
Nakrir mans, sum fara at sigla við Sancy, eru nú í holt við at snøgga um skipið, og fyrsta dagin koma málarar umborð.
Helgi Davidsen sigur, at Sancy hevur verið uppi á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, og hann vónar, at klárt verður at loysa um fáar vikur.
Sancy er farin úr føroyska fiskiskipaflotanum fyri Beinisvørð hjá Sancy Trawl, sum er keyptur úr Íslandi, og nú verður gamli djúpvatnstrolarin riggaður til oljuvinnu, samstundis sum Beinisvørð verður riggaður til fiskiskap.











