Sancy fer í oljuvinnuna

Djúpvatnstrolarin Sancy, sum hevur verið ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum seinastu árini, er nú seldur til Noregs, har hann fer at sigla sum standby-skip í oljuvinnuni

Umborð

 

“The stern trawler Sancy is sold to Norway and will be used as a standby vessel…”

Hetta funnu vit á eini heimasíðu í vikuni, og hetta er ikki at misskilja.

Sancy er farin úr føroyska fiskiskipaflotanum fyri Beinisvørð, sum er keyptur úr Íslandi, og nú verður djúpvatnstrolarin riggaður til oljuvinnu.

Í nakrar dagar hevur skipið ligið í Saltangará, og seinastu dagarnar hevur Sancy ligið við bryggjuna frammanfyri maskinverkstaðin Mekanik í Runavík.

Á Mekanik siga tey, at høvuðsmotorur og ljósmotorur verða klassaðir, áðrenn skipið fer nakran veg.

- Vit fóru undir at skrúva høvuðsmotorin sundur mánadagin, og væntandi fara einir tveir mans hjá okkum at arbeiða umborð á skipinum í nakrar dagar.

Sum skilst, eru nakrir menn, sum fara at sigla við skipinum í oljuvinnuni, eisini umborð og fáast við ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, og seinastu dagarnar er ein partur av brúnni vorðin sandvaskað, sum tað verður rópt.

Ætlanin er ivaleyst at snøgga skipið eitt sindur, áðrenn lagt verður eystur um hav.

Maðurin, sum stendur aftanfyri keypið av Sancy, er norðmaðurin Oddvar Vea, ið fleiri føroyingar hava sigt hjá, bæði í fiski-, krabba-og oljuvinnuni.

Hetta er sami maður, sum eitt nú keypti gomlu Froyu, sum nú eisini siglir sum standby-skip í oljuvinnuni.

Sosialurin hevur skilt, at Helgi Davidsen í Saltangará, sum hevur siglt við standby-skipinum Froyu, verður skipari, men tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á manninum.

Vit funnu hann tíverri ikki á nakrari skrásettari telefon.

Mekanik arbeiddi eisini umborð á gomlu Froyu fyri Oddvar Vea, áðrenn skipið fór til Noregs, eftir at tað varð selt hagar.

Sum skilst, verður ein partur av manningini við Sancy føroyingar, tá klárt verður at fara undir standby-uppávurnar.

Eftir at hava ligið so leingi, er spurningurin, hvussu teknisku instalatiónirnar umborð á Sancy eru, men skipið ber orð fyri at hava ein góðan og sterkan skrokk.

Sancy er 45,30 metrar long og 9,30 metrar breið. Beinisvørð, sum er nýggja skipið hjá Sancy Trawl, er 30 cm styttri og 60 cm smalari. Hinvegin hevur Beinisvørð størri maskinorku, 1802 HK, meðan maskinan á Sancy, sum er ein Wichman, er 1500 HK.

Í samrøðu við Sosialin, eftir at Beinisvørð var komin á Vág, segði Hans (Joensen) í Líðini, reiðari, seg vóna, at teir skjótt fóru at fáa selt gomlu Sancy. Hann segði, at rímiliga stórur áhugi var fyri skipinum, heilt úr Spaniu upp til Norðurnoregs, sum hann tók til.

Reiðarin segði, at Sancy er eitt lutfalsliga gott skip, um tað ikki skal brúkast til fiskiskap.

Hann vísti á, at tað serliga eru spølini og rørskipanin, sum er kaput, eins og ljósmotorar og gear eru í ringum standi. Reiðarin helt kortini, at sjálvur høvuðsmotorurin er í góðum standi, eins og øll apteringin er at kalla sum nýggj.

- Sancy hevur ein sera góðan og sterkan skrokk, sum er ísstyrktur í flokki A, har tjúkkastu platurnar eru 32 mm. Men skuldi skipið farið til fiskiskap aftur, hevði nógv verið at gjørt, og tí gjørdi felagið av at skifta skipið út, segði reiðarin, Hans í Líðini.

Sancy er smíðaður í 1978, og Beinisvørð er meira enn 10 ár yngri.

Síðan djúpvatnstrolarin Beinisvørð kom á Vág fyri stívliga trimum mánaðum síðani, hevur verið arbeitt miðvíst við at gera skipið klárt til fiskiskap, og sum skilst er hetta arbeiði nú við at koma undir land.