Sanches besti ungi spælarin í EM-endaspælinum

18 ára gamli Renato Sanches spældi sín 11. landsdyst í EM finaluni á Stade de France

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur valt portugisiska miðvallaran, Renato Sanches til at verða tann besta unga spælaran í EM-endaspælinum í Fraklandi.

 

Renato Sanches, sum er bert 18 ára gamal er yngsti spælarin, sum hevur byrjað inni í EM-endaspælinum. Hann spældi sín 11. landsdyst í gjárakvøldið. Renato Sanches skoraði í fjórðingsfinaluni ímóti Pólandi. Tá skoraði hann eisini í brotssparkskappingini, sum Portugal vann. Renato Sanches var valdur til dagsins leikara, bæði tá Portugal vann á Pólandi í fjórðingsfinaluni, og tá Portugal vann á Kroatia í áttandapartsfinaluni. 

Kingsley Com­an úr Fraklandi og Rap­hael Gu­er­reiro úr Portugal vóru valdir av UEFA at verða næstbestu og triðbestu ungu spælararnir í EM-endaspælinum.

 

Renato Sanches hevur spælt við portugisiska stórfelagnum, Benfica síðani hann var átta ár, men nú hevur Renato Sanches gjørt ein fimm ára sáttmála við týska stórfelagið, Bayern München.