Sanatoriið verður matstova

Vanliga er sanatoriið í Hoydølum karmur um eina kafeteria, ið veitir mat til hundraðtals av svangum næmingum, men um summarið hevur húsið vanliga mest sum staði tómt.


Í summar verður tað helst øðrvísi, tí frá 30. juni letur ein fyribils matstova upp í gamla bygninginum, har kendi føroyski kokkurin Leif Sørensen stendur fyri matinum.


- Í summar verður gamla sanatoriið í Hoydølum karmur um eina pop-up matstovu. Leif Sørensen er heilin handan eina matskrá við fimm føroyskum rættum í nýggjum, lekrum hami. Toskurin skal ikki longur langtíðarbaða í kókandi vatni, laksurin verður klæddur í grønt, og ræsti fiskurin verður endurføddur í einari risotto, skriva fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.


Matstovan hevur fingið navnið Insanetorium, og er ætlanin at bjóða føroyskan mat fyri ein sámiligan prís.


Matstovan verður opin ávísir dagar í tíðarskeiðnum 30. juni – 6. august.