San Quentin til sølu

Amerikanski staturin Kalifornia er í so stórum fíggjarligum trupulleikum, at hann noyðist at selja fleiri av sínum ognum Í gjár legði Arnold Schwarzenegger, guvernørur, fram uppskot um at selja tað kenda fongslið San Quentin umframt fleiri aðrar kendar bygningar, sum staturin eigur.

Schwarzenegger sigur, at støðan er óvanlig og krevur óvanlig tiltøk, og verður einki gjørt, verður hallið á fíggjarlógini hjá Kalifornia 20 milliardir dollarar næsta ár, sigur hann.

Guvernørurin væntar at fáa millum 600 milliónir og eina milliard dollarar fyri San Quentin og hinar almennu bygningarnar.

San Quentin, sum er bygt í 1852, gjørdist kent víða av sanginum hjá Johnny Cash, ið hevur sama navn.