Samvitskufullur ruskmaður

Mitt í ruskdunganum fann ein brasilskur ruskmaður eitt kuffert við pengum.

Tá tann 43 ára gamli José Sebastian Batista Bereta kom fram á kuffertið og sá, hvat var í tí, kundi hann ikki annað enn taka tað við sær til hús. Í kuffertinum vóru 12.000 reals, sum svarar til einar 30.000 krónur ella meiri enn tvær árslønir hjá einum brasilskum ruskmanni.

Í kuffertinum vóru eisini nakrir kekkar við navninum á manninum, sum átti kuffertið, og José Sebastian Batista Bereta valdi at fara til eigaran við tí. Tað vísti seg, at maðurin hevði fjalt kuffertið í ruskdunganum fyri at forða fyri, at tjóvar skuldu fara við tí.

-Í fyrstani ætlaði eg at taka pengarnar, men samvitskan beyð mær at bera teir aftur, og tað var tað einasta rætta, sigur tann samvitskufulli ruskmaðurin við AP-tíðindastovuna.