Bergur A. Dalsgarð
------
Um endamálið við skattalættanum er at geva vanliga løntakaranum nakrar krónur eyka at brúka uppá gerandisvørur, so nyttar tað ikki at geva læknanum 6 500 krónur (um mánaðin!), meðan vaskifólkið einans fær 67 krónur. Av øllum er tað júst vaskifólkið, ið hevur mest brúk fyri at fáa eitt sindur meira fyri at fáa endarnar at røkka saman. Vaskifólkið fær einki burturúr verandi uppskotinum hjá samgonguni.
Samgongan vil geva ein skattalætta, sum er fíggjaður av at skatta inngjøld til pensjónir.
Hvørjir pengar eru tað, sum rinda fyri okkara pensjón? Okkara egnu lønir! Samgongan tekur sostatt eina inntøku frá løntakaranum einastaðni og gevur hana aftur aðrastaðni sum skattalætta – tá við ójavnari fordeiling, har lág- og miðallønt fáa sera lítið burturúr. Flestu veljarar hava ikki valt hetta. Men samgonguflokkarnir velja at venda deyva oyrað móti fólkinum. Hvat er fólkaræði vert, um tey valdu ikki halda orð?
Flestu okkara taka undir við at broyta skattaskipanina, so hon verður meira rættvís – men tað má og skal spælast við opnum kortum í føroyskum politikki, um ikki veljarin skal vænta at verða bæði snýttur og knokkroyttur umaftur. Og umaftur. Og umaftur... upp í saman.
Sum tað sær út, hava vit politikarar, ið taka sjálvsøkni fram um grundsjónarmið og trúvirði. Tá sigur tað seg sjálvt, at ábyrgdarkenslan dettur niðurímillum - løtuvinningur verður tíanverri tikin fram um ábyrgd fyri framtíðar føroyingum, og hann verður síðani býttur út á neo-liberalistiskan hátt, har tey múgvandi fáa mest. Hetta má tulkast sum vantandi virðing fyri veljaran, sum valdi sítt umboð á ting – fram um hundrað onnur uppstillaði! Eitt megnar álit hevur veljarin víst. Tað sæst ikki aftur í ætlanunum hjá samgonguni, sum fara at grava gjónna millum rík og fátøk enn djúpari.
Eri eg vónbrotin? Ja! Hvussu kann eg ikki kenna meg vónbrotnan, tá minnilutar uttan fólksligan uppbakning sleppa at stinga út í kortið, hvussu Føroyar skulu verða í framtíðini? Nýggja samgongan hevur enntá latið javnstøðuna millum kynini, sum hevur verið í bata í fleiri valskeið, fara í hundarnar.
Havi eg givið upp? Nei! Eg fari at fylgja væl við í, hvat fer fram á tingi, og eg fari at rópa varskógv, tá samgongan førkar vælferðarsamfelagið Føroyar nærri avgrundini.
Ørskapurin má halda uppat. Politikarar eiga fram um alt annað at taka fólkaræði í álvara. Politikkur snýr seg um at skrúa saman nøktandi skipanir, øllum fólkinum til frama, í tráð við normarnar í samfelagnum. Politikkur er ábyrgd.