Áðrenn Føroyar kunnu bjóða seg fram í cruise-vinnuni, er neyðugt at kenna tørvin hjá teimum, sum koma hendan vegin, skrivar Vinnuvitan Áðrenn Føroyar av álvara kunnu bjóða seg fram sum ein størri viðleikara í cruise-vinnuni, er neyðugt at kenna tørvin og krøvini hjá teimum, sum koma hendan vegin við ferðafólkaskipunum. Hetta skrivar Vinnuvitan í vikuni. Greitt verður frá, á Samviti er Margretha Nónklett sett sum verkætlanarleiðari fyri einum átaki, sum skal skráseta tørvin hjá teimum ferðandi.
? Um eitt ár vóna vit at hava eina lidna frágreiðing og tá skuldi grundarlagið verið lagt fyri, hvussu vit marknaðarføra Føroyar í hesum viðfangi, sigur Margretha Nónklett við blaðið.
Vinnuframagrunnurin játtaði í 2006 pengar til eitt marknaðarátak í sambandi við cruise-ferðir í Føroyum.