Peter Jensen er kendur sniðgevi, sum hevur tað mesta av sínum virksemi í London. Hann bað í fjør um hjálp frá Samvit, sum tey gleðiliga lótu honum. Tó kann tað undra, at Samvit, sum hevur sum eina av sínum fremstu uppgávum at virka fyri at menna føroyskt kappingarføri, hjálpir einum útlendskum sniðgeva, sum liggur í beinleiðis kapping við føroyskar fyritøkur.
Hetta heldur Guðrun Rógvardóttir, ein av eigarunum í Guðrun og Guðrun, ikki vera rætt.
- Tað er sum, at finnar bjóða umboðum frá Sony inn á designverkstaðið hjá Nokia, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Hesum tekur Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Samviti, als ikki undir við.
- Tað er á ikki talan um beinleiðis kapping, tí Peter Jensen arbeiðir ikki bara við ull. Harafturat hevur ongin patent uppá føroysk bindimynstur, tí tað er ein partur av okkara samleika, sigur Súsanna Sørensen. Júst hesum tekur Ólavur Gregersen, Cand. merc, sum eisini hevur arbeitt við ull, undir við, men hann metir hinvegin, at tað sum heild er skeivt, at almennu Føroyar hjálpa útlendskum fyritøkum.
Eisini Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, greiðir frá, at í heiminum í dag ber ikki til at hava stongdar marknaðir, og tí má samstarv ganga báðar vegir. Tó ivast hann um tað er rætt, at júst Samvit ger hetta arbeiði.
Kopierar onki
Sambært Samviti, er uppgávan hjá teimum eisini at svara fyrispurningum, sum koma frá útlendingum. Somuleiðis rokna tey ikki við, at Peter Jensen stjelur nakað frá føroyingum á henda hátt.
- Tað er ikki beinleiðis kapping. Tí Peter Jensen fer ikki at kopiera nakað, sum Guðrun og Guðrun til dømis gera. Hann hugsar á ein heilt øðrvísi hátt, og arbeiðir ikki altíð við ull. Tað er bara í hesum føri, at hann hevur fingið stuðul frá einari danskari verkætlan, sum hann hevur valt at nýta til at fáa íblástur úr Føroyum, sigur Súsanna Sørensen. Somuleiðis heldur Súsanna Sørensen uppá, at Peter Jensen á ongan hátt er í beinleiðis kapping við Guðrun og Guðrun, tí hann hyggur øðrvísi at tingunum, og ikki fer inn á tað siðbunda føroyska. Hon leggur afturat, at onki løgið er í, at tey hjálpa honum, tí soleiðis gera líknandi stovnar uttanlands eisini.
Stjala siðaarv
Guðrun Rógvadóttir sigur seg tó hava skilt á lagnum, at Peter Jensen fer at gera tað sama sum tær, og tí heldur hon tað ikki vera rætt, at útlendingar fáa hjálp at stjala føroysku søguna, har long siðmentan er, og at tað í langa tíð ullin, ið átti lív í Føroyingum. Hon skilur ikki, at mann nú fer at geva føroyska siðaarvin burtur til útlendingar.
Hetta sær Samvit ikki sum ein trupulleika
- Øll eiga bindingina, og tí haldi eg ikki, at Peter Jensen tekur nakað frá okkum. Tað er bara positivt, um hann kann leggja fokus á Føroyar, tí tað kunnu vit vinna nógv uppá, metir Súsanna Sørensen, sum ikki metir tað sum nakran trupulleika, at útlendingar selja seg við Føroyum.
Fáa ikki hjálpt føroyingum
Hóast Peter Jensen nú hevur fingið hjálp frá Samviti, so kennir Guðrun Rógvadóttir á sær, at Samvit ger mun á føroyskum og útlendskum.
- Vit hava fyrr biðið um hjálp frá Samviti, men tá fingu vit noktandi svar, tí tey ikki kundu stuðla einstakum fyritøkum, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Súsanna Sørensen váttar hesum, men leggur afturat, at tey gjørdu tað tey kundu fyri at hjálpa Guðrun og Guðrun í tí førinum, við at hjálpa teimum við ymsum praktiskum tingum, tá tey ikki kundu veita beinleiðis pening.
Málleys av heimasíðu
Guðrun Rógvadóttir greiðir frá, at hon var málleys, tá hon sá, at Samvit lýsti hetta mál, sum eina suksé søgu hjá Samviti.
- Kanska hava tey ov fáar suksésøgur. Men í hesum føri hava tey ikki gjørt nakað gott. Tey hava hjálpt einum beinleiðis kappingarneyta hjá okkum, sum eisini tekur undirveitarar frá okkum. Tað hevði verið nógv betri um tey onki gjørdu, tí við hesum oyðileggja tey nógv, metir Guðrun Rógvadóttir.
Súsanna Sørensen metir hinvegin, at okkurt hevur verið rímiliga óheppið á heimsíðuni hjá Samviti, tí Unn Poulsen, verkætlanarleiðari, stendur har í sambandi við søguna, tí talan er ikki um eina verkætlan hjá Samviti.
- Vit hildu hetta bara vera eina góða søgu. Tí Peter Jensen er eitt spennandi navn. Vit plaga eisini at hava ymiskt á heimasíðuni, sum ikki er okkara, so eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika við tí, sigur Súsanna Sørensen. Hon leggur afturat, at hetta er nakað, ið kann skapa samstarv millum føroyingar, at Guðrun og Guðrun fingu møguleika at vera við í verkætlanini, men at tað ikki lá fyri hjá teimum. Somuleiðis sær hon tað, sum eina styrki fyri føroyingar, at Samvit hevur hjálpt Peter Jensen.
Hesum tekur Guðrun Rógvadóttir ikki undir við.
- Vit vildu ikki vera partur av hesi verkætlanini, tí vit fara sjálvandi ikki at vísa øðrum, hvussu virksemi hjá okkum fungerar, og hvørjar undirveitarar vit nýta. Tey vóru enntá so frek at spyrja, hvussu vit løna bindikonunum hjá okkum, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Øll virkanin av pløggunum hjá Peter Jensen verður gjørd av bindikonum í Nólsoy. Talan er tó bert um prototýpur, og ongin verulig produktión er upp á tal.