Samverkamenn takka fyri stuðulin

Leygardagin 27. august 2005 var eitt stuðulstiltak í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, sum trúboðanarfelagsskapurin Samverkamenn skipaði fyri. Tiltakið var til frama fyri ein lærusveinaskúla í Pakistan

Stuðulstiltakið byrjaði um morgunin við eini innandura fótbóltskapping, har fleiri lið høvdu teknað seg, bæði gentu- og dreingjalið.

Um kvøldið møttu umleið 7-800 fólk til sjálva stuðulskonsertina. Bólkarnir sum luttóku vóru: Salt, Maria Anderssen og Heini Lützen, saman við fleiri góðum tónleikarum. Eisini undirhelt búktalarin Absalon Áagarð. Ljóðgóðskan var góð, og bólkarnir spældu allir framúr væl.

Tiltakið var við til at stuðla einum lærisveinaskúla í Pakistan, ein verkætlan sum føroyski trúboðanarfelagskapurin Samverkamenn skipar fyri. Konsertin var ókeypis, men fólk høvdu møguleika at geva til lærisveinaskúlan.

Eisini var á stórskíggja upplýst um lærusveinaskúlan í Pakistan, og hvat felagsskapurin Samverkamenn stendur fyri.

Fyrireikarinir eru sera væl nøgdir við tiltakið og takka fyri alla hjálp
og stuðul. Peningurin sum kom inn, nøktar umleið 20 prosent av tí sum tørvur er á til lærusveinaskúlan.

Í apríl 2006 verður ein listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har vinningurin eisini fer til lærusveinaskúlan.

Fleiri myndir frá konsertini eru at síggja á heimasíðuni: www.samverkamenn.org