Týska samveldistingið bað í dag um umbering fyri, at ein nýnazistiskur yvirgangsbólkur kundi myrða níggju innflytarar og eina løgreglukvinnu ígjøgnum eitt áramál, uttan at týska løgreglan ella nøkur trygdartænasta legði uppí.
-Vit skammast av, at teir lokalu myndugleikarnir og landsmyndugleikarnir hvørki megnaðu at avdúka brotsverkini ella at forða fyri teimum, segði tingformaðurin, Norbert Lammert, sum er í ferð við at fyrireika eitt minningarhald til minnis um tey myrdu.
Teir 620 tinglimirnir reistust, tá umberingin varð samtykt einmælt.
Tveir menn og ein kvinna vóru í yvirgangsbólkinum, sum helt til í gamla Eysturtýsklandi. Teir báðir menninir vórðu funnir deyðir tann 4. november, og kvinnan varð handtikin beint aftaná. Menninir høvdu framt sjálvmorð.