Samuelsen leingir avtaluna við uppflytararnar

Tað skrivar heimasíðan hjá vágamonnum.

 

37 ára gamli Jógvan Hendrik Samuelsen var venjari í ár, tá 07 Vestur flutti upp úr næstbestu deildini. Tískil fara hann og vágamenn undir fyrireikingarnar til kappingarár í Vodafonedeildini.

 

Heimasíðan skrivar eisini, at leiðslan arbeiðir við at finna ein hjálparavenjara.