Samuelsen er sinnaður at venja uppflytararnar

Jógvan Hendrik Samuelsen hevur staðið á odda fyri 07 Vestur, sum tryggjaði sær gullið og uppflytingina um vikuskiftið. Hann vil fegin venja vágamenn í næsta ár eisini. – Tað er framvegis einki komið upp á pláss, men eg ætli mær ikki at vísa tilboðnum aftur, um tað kemur, sigur hann. Jógvan Hendrik Samuelsen er sera fegin um, at liðið fer aftur at spæla í fremstu røð. – Ungu spælararnir hava staðið seg væl, og teir hava ment seg nógv gjøgnum kappingina. Tað frøist eg um. Men tað er greitt, at um liðið skal varðveita sætið í bestu deildini í komandi kappingarárið, so skulu fýra nýggir spælarar til, sigur Jógvan Hendrik Samuelsen.