Samuel segði sáttmálan við Royal Union Saint-Gilloise upp

Tað var ikki Royal Union Saint-Gilloise sum ikki ynskti Samuel. Samuel segði Royal Union Saint-Gilloise upp og orsøkin var lága støðið í venjingum og dysti

Heimasíðan hjá HB skrivaði fyri einum ári síðani, at um Samuel einaferð í framtíðini skuldi “vent nøsina heim aftur til Føroya, veit hann, at HB-húsið altíð stendur opið”.

 

Neyvan høvdu fólkini í HB vænta, at tað bert kom at ganga eitt lítið ár til, at Samuel gjørdi sær dælt av innbjóðingini frá fólkunum í HB - at venda aftur til HB-húsið.

 

Tí í kvøld boðar In.fo frá, at ein tann evnaríkasti ungi spælarin í Føroyum vendur aftur til barndómsfelagið, eftir bert eitt ár í Belgia.

 

Tað hevur eydnast okkum, at fáa orðið á Samuel í kvøld tá hann lendi í vágunum.

 

Samuel fekk sítt gjøgnumbrot í Betri deildini í 2020 - einans 17 ára gamal. Hann spældi heili 19 dystir fyri besta liðið hjá HB tað árið og var við til at vinna teimum FM heitið.

 

2021 fór síðani við skaðum, men eftir góða endurvenjing hjá Royal Union Saint-Gilloise bleiv hann klárur aftur.

 

- Hví velur tú at koma heimaftur nú tú endiliga spælir fótbólt aftur regluliga og venur og spælur við eykaliðnum hjá næstbesta liðnum í Belgia?

 

- Hóast tað kann ljóða undarligt so var tað støðið sum var trupulleikin. Eg slapp ov sjáldan at venja við besta liðnum hjá Royal Union Saint-Gilloise og  støðið í venjingunum og kappingini hjá u23 var ov lágt, sigur Samuel.

 

Hóast Samuel kemur aftur til Føroya nú, so hevur hann ikki slept barndómsdreyminum – at spæla yrkisfótbólt uttanlands.

 

- Nú fari eg fyrst og fremst at hugsavna meg um HB. Eg ynski at avrika so gott eg kann og hjálpa felagnum tað eg eri mentur. Eg eri framvegis ungur, og ongin ivi er um, at eg ynski at royna eydnuna aftur úti í heimi – men nú eru mínir tankar í HB.