Kim Simonsen
Tann sterki FBI agenturin Neville Flynn (Samuel L. Jackson) veit, at Sean flíggjar undan Kim og bandanum hjá honum. Hann roynir at hjálpa honum at koma frá Hawaii við at senda eitt privatflogfar avstað, ið skal lokka Kim og bandan at halda at Sean er við umborð, men brotsmennirnir fáa at vita, at hetta er ein fella. Sean fer ístaðin umborð á eitt vanligt charterflogfar til Los Angeles, men hetta fær Eddie Kim at vita, so er fanin leysur.
Kim og teir blaka fleiri hundrað eiturormar umborð á flogfarið. Hetta eru sera óðir ormar, ið er serliga østir.
Umborð fara ormarnir millum skins og hold of gera stóran skaða umborð. Við eitt fáa ferðafólkini úr at gera við at yvirliva
Ormar og vandi
Tað var ov vandamikið at gera filmin við veruligum eiturormum, so her brúktu tey ístaðin ófarligar ormar, ið royna at líkjast veruligu giftormunum. T.d. líkist Mjólkaormurin frá Brasilia Koralorminum, ið eru sera vandamikil fyri menniskju. Bert djóralæknar duga at síggja mun á hesum.
Samuel J. Jackson er óførur leikari, hann kenna vit frá filmum sum Pulp Fiction, ið gav honum eina oscarnominering í 1994. Hann var eisini við í filminum hjá Spike Lee Jungle Fever frá 1991. Hann hevur seinni verið við í yvir 80 filmum, so sum Star Wars, Kill Bill II, Jackie Brown, Die Hard, True Romance, Godfellas og øðrum.
Hetta er ein vælgjørdur filmur. Ein løgin søga, onkuntið spennandi, men so er alt sakt eisini. Hetta er kanska hin besti filmurin sum er gjørdur um ormar umborð á einum flogfari, men so er ikki meiri at koma aftir.
3 stjørnur av 6
Snakes on a Plane
Leikandi
Samuel L. Jackson:Neville Flynn
Nathan Phillips:Sean Jones
Julianna Margulies:Claire Miller
Byron Lawson:Eddie Kim
Leikstjóri:David R. Ellis
Frumframsýndur í Havnar Bio
1. september
Loyvdur yvir 15 ár
Longd 1 tíma og 45 minuttir