VIDEO: Samuel hevur leikt fyrsta kappingardystin fyri SJK

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum SJK Seinäjoki-KuPs 1-3 (0-0)

Sum upphiting til landskappingina í bestu finsku fótbóltsdeildini spæla liðini í bestu finsku deildini eina Liga Cup kapping, har seks lið eru í tveimum bólkum.

 

Í dag spældi liðið hjá Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki dyst á heimavølli móti KuPs á OmaSp leikvøllinum í Seinäjoki.

 

Tá 68 minuttir vóru leiktir kom Samuel á vøllin til fyrsta kappingardystin hann hevur spælt fyri SJK. 

 

KuPs vann dystin 3-1. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki, og fyri Samuel og liðfelagarnir mundu tað kennast sum vónbrot, at KuPs megnaði at skjóta tvey mál upp á tveir minuttir í 77. og í 78. minutti.

 

SJK er nummar fýra í bólki B við fýra stigum fyri tríggjar dystir.

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur SJK heimadyst móti VPS.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum SJK og KuPs. Samuel sæst við nummar 34 á rygginum:

 

##med2##