Samuel Gustafsson: - Tað er sera torført at vinna á KÍ

Svenski landsliðsleikarin og miðvallarin hjá BK Häcken, Samuel Gustafsson hevur stóra virðing fyri KÍ undan Champions League undankappingardystinum við Djúpumýru í kvøld

Mynd: gp.se

Í kvøld stendur slagið við Djúpumýru í Klaksvík í øðrum undanumfarinum í Champions League undankappingini.

 

KÍ tekur móti svenska meistaraliðnum, BK Häcken sum er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum. 

 

Ein sum vísir KÍ stóra virðing undan báðum dystunum millum liðini er svenski landsliðsleikarin og miðvallarin hjá Häcken, Samuel Gustafson: - Hetta verður ein áminning til okkum um, at vit veruliga mugu vera eyðmjúkir um uppgávuna, og vit koma upp á tað støðið sum fer at geva okkum eitt úrslit at taka heim við okkum, segði Samuel Gustafsson á tíðindafundi. 

 

Um KÍ sigur Samuel Gustafsson: - Vit vita, at tað er torført at vinna á KÍ, eisini hjá evropeiskum liðum, og tað sóu vit ikki minst í tí fyrsta undanumfarinum. Teir verja væl, teir arbeiða steinhart, tað eru trúgvir móti síni spæliætlan og eru trúgvir móti hvørjum øðrum. Eg trúgvi, at tað snýr seg um at finna javnvágina. Sjálvandi við virðing fyri mótstøðuliðnum, men eisini við trúnni á okkum sjálvar, har vit arbeiða víðari við tí vit higartil hava framt, og tað sum hevur givið okkum so nógvan framburð. 

 

Høvuðsvenjarin hjá Häcken, Per-Mathias Høgmo undirstrikaði eisini á tíðindafundinum, at tað er týdningarmikið at hava virðing fyri KÍ, men Häcken hevur góðar møguleikar um teir spæla sítt egna spæl: - Vit kenna okkara styrkir. Og eg haldi, at nógvar av okkara styrkjum passa ótrúliga væl til KÍ. So eg síggi fram til ein spennandi dyst, segði Per-Mathias Høgmo. 

 

Í svenskum ítróttarmiðlum kemur eisini fram, at KÍ ikki hevur tapt ein dyst við Djúpumýru í tvey ár. 

 

 

 

Mynd: gp.se