Samtyktu at selja meirkvotur á uppboðssølu

Seks tímar skifti tingið orð um spurningin um at selja meirkvoturnar fyri 2017 av uppsjóvarfiski á uppboðssølu

Seks tímar brúkti tingið til at viðgera eitt uppskot um at selja ein part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu næsta ár.

 

Talan er at selja tann partin av kvotunum, sum eru hægri enn kvoturnar í 2016. Í uppskotinum verður eisini sagt, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skal koma aftur í tingið við lógarbroyting, sum inniheldur tey nágreiniligu tølini, sum ikki eru kend enn.

 

Kvoturnar eru ikki endaliga ásettar fyri 2017, men eftir øllum at døma verður talan um eini 200.000 tons av uppsjóvarfiski.

 

16 atkvøður vóru fyri, so uppskotið fer nú til 3. viðgerð.