Samtyktu at byggja dagstovn í Hoyvíkshaga

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at játta pening at fara undir at projektera nýggjan barnagarð og vøggustovu í Hoyvíkshaga. Hesin stovnur hevur verið á tekniborðinum leingi, men arbeiðið varð steðgað fyri fimm árum síðani, tí tørvurin á stovnum tóktist nøktaður.

Nú sigur formaðurin í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu, Jógvan Arge, at nú meta tey, at neyðugt verður við einum nýggjum stovni til tess at kunna røkja barnaansingina í kommununi á fullgóðan hátt.

Felagið Arkitektar 99 gjørdi í 2004 dispositiónsuppskot til ein stovn, sum var ætlaður 72 børnum á vøggustovu og barnagarði. Hetta verður útgangsstøðið fyri arbeiðnum, sum nú verður tikið uppaftur.

Stovnurin er ætlaður at liggja dygst við Dalin langa í Hoyvíkshaganum, har fólkavøksturin hevur verið stórur seinastu árini og stendur við.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at játta eina millión krónur til at fara undir at projektera stovnin.

Kommunan greiðir frá, at hon hevur ilt við at taka børn upp á stovnarnar alt árið. Hetta ger ansingarskipanina óliðiliga. Hon megnar toluliga væl at taka børn upp út í desembermánaða, men við ársbyrjan 2010 var aftur bíðilisti.

Umsitingin arbeiðir við uppskoti um sonevnda vippunormering, ið merkir, at færri børn eru á stovnunum um heystið og fleiri børn um várið, men tá árið er av, hevur stovnurin havt tað talið av børnum, hann er normeraður til. Hetta krevur, at fleiri pláss eru í skipanini, tí sum nú er, eru allir dagstovnarnir fullir alt árið.

Kommunan hevur í nøkur ár roynt at víðka dagrøktarskipanina, men tað gongur striltið. Ein gongd leið burtur úr hesum tronganum er at útvega fleiri dagstovnar at nøkta bæði tann akutta og framtíðar tørvin.

Tórshavnar kommuna heldur, at dagstovnaskipanin eigur at vera so mikið stór, at til ber at bjóða foreldrum, ið flyta til Tórshavnar kommunu, pláss á dagstovni tann dagin, tey flyta í kommununa.

- Vit meta, at í fyrstu atløgu ber til at røkka hesum málum við at útvega ein dagstovn aftrat, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.