Samtykt mál um parkeringstunnil í Havn

Ein tunnil skal gerast millum Jóannesar Paturssonargøtu og Skálatrøð í Havn

Tunnilin er bæði til bilferðslu, fólk til gongu og til at parkera í. Í uppskotinum er arbeitt út frá hesum høvuðstreytum:

- Tunnilin hevur eitt minsta loft á 6 m.

- Skaktir kunnu verða niður til tunnilin ymisk hóskandi støð í býnum.

- Tunnilin kann eisini nýtast sum farleið tvørtur um miðbýin.

Í tilfarinu frá býráðsfundinum sæst, at politiskt ynski er um at fáa til vega uppskot til prosjekt og kostnaðarmeting av at gera ein parkeringstunnil millum parkeringsøkið á Skálatrøð og Jóannesar Paturssonar gøtu, undir parkeringsøkinum undir Mortanstovubrekku. 

Roknap er við einum tunli, sum er uml 17 m breiður. Slíkur tunnil hevur rúm fyri einvegis ferðslu, skráparkering á báðum síðum og eini gongubreyt á 2 m. Henda linjuføringin gevur onga samanrenning við jarðhitaborðingar.

Mett verður, at slíkur einsrættaður tunnil í fyrstu atløgu kann, umframt at virka sum parkeringsøki, eisini leiða ferðsluna oman á Skálatrøð, uttan um tær trongu gøturnar: Dr, Jakobsensgøta, Bøgøta, Tórsgøta og Grím Kambans gøta. 

– Tað skal tó havast í huga, at ferðslan av Skálatrøð við hesum fer at gerast størri. Í fyrstu atløgu fer hetta at tyngja gøturnar í miðbýnum, men møguleiki er fyri at gera fleiri dekk oman á Skálatrøð, har eitt av ovaru dekkunum kann hava beinleiðis og tvívegis íbinding í niðasta part av Landavegnum, skrivar Tórshavnar býráð. 

Av tí at arbeiðið at gera slíkan tunnil er merkt av stórum vágum og óvissum, júst tí at munnarmir eru í økjum, sum longu verða brúkt, og tí at lítið loft er væntandi, verður tað mett mest skynsamt fyri Tórshavnar kommunu, sum byggiharrra at tryggja ein fastan prís, at verkætlanin verður boðin út sum heildararbeiðstøka.

Mett verður, at tað er eitt rættiliga stórt arbeiði knýtt, at tí at gera tilfarið til heildararbeiðstøkuna. Tí kann luttøka frá fleiri møguligum veitarum best tryggjast við at samsýning verður latin fyri tey innkomnu boðini, sum lúka ávis krøv fyri góðsku. Ynski er um at fáa tríggjar arbeiðstakarar at geva tilboð. Mett verður, at kr. 150.000 er hóskandi samsýning til hvønn av teimum bjóðandi fyri at lata gera tilfar í sambandi við tilboð upp á hesa heildararbeiðstøkuna. Tilsamans er sostatt ein upphædd á kr. 450.000.

Málið er samtykt í teknisku nevnd 8. apríl í ár og í fíggjarnevndini 23. apríl, og 24. apríl var  tað einmælt samtykt í býráðnum.