Samtykt: Fiskidagarnar verða skerdir

Nú seinnapartin hevur løgtingið samtykt at skera fiskidagarnar. Tjóðveldi, uttan Heina O. Heinesen, Javnaðarflokkurin uttan Gerhard Lognberg og so Poul Michelsen og Sjúrður Skaale atkvøddu fyri at skerja fiskidaga talið

16 atkvøður vóru fyri uppskotinum, 14 í móti og ein atkvøða var blonk. Katrin Dahl Jacobsen og Marjus Dam greiddu ikki atkvøðu.

Longu fyrrapartin gjørdist greitt, at uppskotið fór at verða samtykt. Hetta tí, at 17 tinglimir í morgun gjørdu eina politiska avtalu um at skerja fiskidagarnar.

Tað gjørdi Sjúrður Skaale greitt. Hann hevur verið stóri ivaspurningurin, saman við Katrin Dahl Jakobsen. Meðan seinni nevnda er burturstødd í ørindum fyri Løgtingið á fundi í Norðurlandaráðnum, boðaði Sjúrður Skaale frá, at hann ikki tók undir við einari skerjing í fiskidagatalinum uttan so, at landsstýrismaðurin í fiskivinumálum innførdi eina brúksskyldu.??

Og eftir fund við Jóhan Dahl fingu teir 17 tinglimirnir váttan fyri, at brúksskylda verður sett í gildi áðrenn 1. september, tá nýggja fiskiárið byrjar.??

Tí var í morgun púra greitt, at uppskotið um skerjing av fiskidøgum við 20% hjá útróðrarflotanum og 10% hjá restini av veiðiflotanum fór at verða samtykt, og tað kom upp á pláss seinnapartin.