Í løtuni er aðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Tryggingarfelagið Føroyar. Fleiri broytingar eru í uppskoti, sum nú eru samtyktar. 22 av teimum 23 umboðsráðslimunum samtyktu at hækka talið á umboðráðslimum úr 23 upp í 35. Ein umboðsráðslimur atkvøddi ímóti.
Eitt annað broytingaruppskot var, at starvsfólk skulu kunnu stilla upp til umboðsráðið sjey ár eftir, at tey eru farin úr starvi. Hetta varð samtykt við 22 atkvøðum fyri og einari ímóti.
Umboðsráðið hevur eisini samtykt leingja tíðarskeiðið hjá nevnd og umboðsráð í sambandi við broytingarnar. Hetta var eisini samtykt við 22 fyri og einari ímóti.