Eldrabýlið í Vági, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð, verður nú veruleiki. Enn er eftir, at sakkunnleikin fær upp á pláss nakrar smálutir, men væntandi verður hetta eingin trupulleiki. Talan er m.a. um, at Býráðið hevur skotið upp at kommunan skal hava 3 limir og Matmøðrafelagið 2 limir í nevndini fyri sjálvsognarstovnin Eldrabýlið í Vági. Sakførari kannar nú, um hetta er í tráð við galdandi reglur. Verður henda navndarsamanseting góðkend, so kunnu ætlanininar
halda fram.
Samtykt
Enn er sakkunnleikin ikki liðugur við arbeiðið, men treytað av, at hetta kemur í rættlag, hevur Vágs Býrráð samtykt at fara undir at byggja eldraíbúðirnar.
Matmøðrafelagið hevur skipað fyri tiltøkum til frama fyri eldrabýlið, fólk hava latið,.t.d. við jarðarferðir og kommunan hevur latið stórið stórt grundstykki, har pláss er fyri stórari útbygging, skuldi tað gjørst neyðugt.
Á stovninum verður rúm fyri 10 fólkum. Talan er um 50 metrar long hús, ið væntandi standa liðug í ár. Á hvørjum kamari er WC og hondvask.
Heilsuverkið kemur at reka eldrabýlið. Ein nevnd verður sett at taka sær av eittnú upptøku til eildrabýlið. Jógvan Krosslá, býráðsformaður, sigur, at hann metir hetta hava stóran týdning, at kommunan ikki hevur nakað við hetta at gera, tí vandi er altíð fyri ógegni á smærri plássum. At nevnd verður sett at taka sær av, hvør fær innivist, tryggjar, at kommunan ikki fær ávirkan á hetta, og hetta hevur kommunan lagt dent á.
Í 1999, ið er eldraár, stendir eldrabýlið í Vági væntandi liðugt. Mett verður, at tað tekur um hálvt ár at byggja. Møguleiki skuldi so verið fyri, at fyrstu búðfólkini flyta inn tíðliga komandi ár.