Samtíðarlist í forhøllini á Listasavni Føroya

“eg sakni alt alla tíðina” eitur framsýningin, sum Alda Mohr Eyðunardóttir fer at hava

Fríggjadagin 6. august klokkan 16 letur framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya.

 

Framsýningin er við verkum eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir, ið lesur á Kunstakademinum í Keypmannahavn.

 

– Høvi er tí at síggja heilt nýggja og áhugaverda samtíðarlist. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á, sigur Listasavn Føroya í tíðindaskrivi.

 

Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu.

 

Fernisering verður fríggjadagin 6. august millum klokkan 16-18. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin.

 

Alda Mohr Eyðunardóttir verður til staðar og fer at siga nøkur orð um listaverkini. Savnið bjóðar ábit og drekkivørur.

 

– Tað er altíð ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey úr Listasavni Føroya.

 

Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Havn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.

 

Hon hevur verið við á fleiri várframsýningum og ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn.

 

Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.