Síðani februar í ár hevur Føroya Tele brúkt "Voice over IP" í egnum samskifti og nú verður henda tænasta eisini boðin viðskiftafólkunum. Tað ger, at fyritøkur, sum eitt nú hava fleiri deildir kring landi, kunnu klára seg við ein vekslara á høvuðsskrivstovuni
Nú ber til hjá viðskiftafólkunum hjá Føroya Tele, at fáa sær "Voice over IP". Henda tænasta er serstakliga væl egnað hjá fyritøkum, sum hava fleiri deildir, tí ístaðin fyri at koyra samtalurnar, millum deildirnar, gjøgnum býlinjur, verða tær koyrdar um innanhýsis netið hjá fyritøkuni.
Ein fyrimunur við hesi loysnini er, at fyritøkan, tá deildirnar samtala sínámillum, sparir útreiðslurnar til býlinjurnar, tí samskiftið fer fram á egnum netið. Tí verður tað ókeypis.
Ein annar fyrimunur við hesi loysnini er, at tað ber til at hava allar deildirnar undir einum vekslara. Eru deildirnar knýttar saman undir einum og sama neti, kunnu tær koyra undir einum vekslara.
Føroya Tele koyrir sjálvt við "Voice over IP". Síðani februar í ár hevur høvuðsdeildin havt slíkt samband við deildina í Fútalág og í Klingruni, og tað hevur virkað so væl, at Klaksvík varð løgd undir somu skipan í apríl, og í hesum mánaðinum verður nýggja støðin í Runavík eisini løgd undir hesa skipan, sigur Erik E. Thomsen, deildarleiðari á Vinnudeildini.
Hann leggur afturat, at tað í roynd og veru bara er ein spurningur um tíð, áðrenn allar deildirnar hjá FT koyra undir hesi skipan.
Tað er nú ikki bara Føroya Tele sjálvt, sum koyrir við hesi skipan. Í juni mánaði í ár varð slíkt samband tikið í nýtslu millum høvuðsdeildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og eina deild uttanfyri húsið. Sum skilst hava hesar royndir virkað so væl, at tað verður arbeitt víðari við teimum.
Harumframt, sigur Erik E. Thomsen, hava fleiri viðskiftafólk víst stóran áhuga fyri "Voice over IP", og tí roknar hann við góðari undirtøku.
Hóast tað kanska kann ljóða eitt sindur tilforlátiligt út, bara at fáa sær eina telefonskipan, sum skal koyra á egnum netið, so er neyðugt at vera vísur í, at netið kann klára at handfara samtalurnar.
- Netið skal vera til reiðar at senda og móttaka pakkar av ljóði uttan at oyðileggja samtalurnar, sigur Erik E. Thomsen.
Hann greiðir frá, at ein av trupulleikunum við netunum er, at seinkingar kunnu oyðileggja samtalurnar og tá er einki vunnið við "Voice over IP". - Tí má vissa vera um, at netið klárar at handfara ljóðpakkarnar. Í veruleikanum merkir tað, at netið skal prioritera ljóðpakkarnar hægri enn pakkarnar við data, sigur hann.
Tey, sum hava hug at síggja og royna "Voice over IP", kunnu gera hetta á vørumessuni, sum verður um vikuskiftið. Har ber til at síggja og hoyra, hvussu tað hoyrist og virkar, umframt at tað ber til at fáa at vita, hvørji krøv skulu vera gingin á møti, um tú ætlar tær at fáa "Voice over IP".