Samtala um at finna eina loysn

Fundur var fyrradagin millum Ráfiskakeyparafelagið og Skipafelagið, men enn er eingin verunlig loysn funnin á spurninginum viðvíkjandi, hvussu nógvar fráferðir skulu verða úr Føroyum

Tað er ikki lætt at gera við at fáa alt at bera til og hanga saman, men nú verður so í hvussu so er samtalað um tað, og fyrradagin var aftur fundur millum partarnar, Ráfiskakeyparafelagið og Skipafelagið.

Og sambært Árna Joensen, stjóra í Skipafelagnum, er viljin stórur frá Skipafelagsins síðu at fáa hækkað tænastustøðið, men spurningurin er, um tað fíggjarliga hongur saman.

? Avskiparin sigur, at ein fráferð um vikuna er ov lítið, og vit siga, at fleiri fráferðir um vikuna, kosta meir, so vit mugu nú í Skipafelagnum seta okkum at rokna út, hvussu nógv tað kostar við t.d. tveimum fráferðum aftrat.


Eitt skip aftrat

? Og skulu vit hava tvær fráferðir aftrat um vikuna, so er greitt, at tær mugu spreiðast út á vikuna, so ikki allar koma at liggja í seinna endanum á vikuni, sigur Árni Joensen.

Umframt at gera eina kostnaðarmeting av fleiri fráferðum, sigur Árni Joensen, at skulu tvær fráferðir leggjast aftrat tí verandi, er neyðugt við einum skipi aftrat, og hetta má eisini takast við í myndina.

Nær endalig loysn er funnin, er ilt at meta um, men helst fyriliggur okkurt eftir summarfrítíðina, metir Árni Joensen.