Samtak vil hava brúkaraumboðsmann

Samtak, sum er samstarv millum ymisk fakfeløg, heitir á Løgtingið um at seta brúkaraumboðsmannin á stovn

Samtak vísir á, at landsstýrismaðurin við vinnumálum og aðrir samgonguflokkar hava á fundi við fakfeløgini lovað, at nú skal føroyski brúkarin tryggjast. Breið semja hevur verið um henda týdningarmikla stovn, sum var ein nattúrligur partur av marknaðarføringslógini, sum júst hevur verið til hoyringar.

-Júst hví brúkaraumboðsstovnurin hvarv, er tað ongin, sum rættiliga kann siga, men løgtingið hevur heimild at fáa brúkaraumboðsstovnin á dagsskránna aftur. Fyri føroyska brúkaran er neyðugt við einum slíkum stovni og lógum annars , sum tryggja rættin hjá brúkarum, skrivar Samtak á heimasíðuni í dag.

Eisini undrast Samtak á, at tað ikki hevur fingið uppskotið um nýggja marknaðarføringslóg til hoyringar frá Vinnumálaráðnum.