Samtak: Verkfallsfólk eru vard í starvinum

– Øll verkfallsfólk eru vard í sín­um starvi, hóast tey eru í verk­falli. Tá ið verkfallið er av, held­ur starvssetanin fram.

Tað sigur Samtak í yv­ir­lýs­ing, eft­ir at stjór­in á løn­ar­deild­ini í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, Snorri Fjals­bak í morg­un­send­ing í Kring­varp­i­num segði, at tey sum fóru í verk­fall høvdu automatiskt sagt seg úr starvi. Yvirlýsingin er soljóðandi:
Hetta er bein­leiðis skeivt, og tað veit stjór­in ó­ivað.

Løntakarar, sum eru í verk­falli, hava ikki sagt seg úr starvi, men starvssetanin er fyr­ibils avbrotin. Hetta er ein stór­ur munur, sum má rætt­ast, so tað ikki skapar ó­neyð­ugan ótta millum løn­tak­ar­ar og fakfeløg.

Í Føroyum er siðvenja á øki­num, og hon hevur gildi og er at meta ájavnt við eini sátt­málaáseting:

Skipanin er hon, at tá ið verk­fall verður lýst verður fyr­­ibils starvssetanin av­brot­in, men tá ið verkfallið er av, so held­ur starvs­set­an­in fram, sum áðrenn verkfallið. Ein­asti formligi munur er, at sátt­málin óivað er eitt sind­ur broyttur í mun til fyri verk­fall­ið.

Tað er eisini undr­un­ar­samt, at ein partur í verk­fals­stríð­num sleppur framat í bestu senditíð kringvarpsins, at við­merkja verkfallið, føra ó­sann­indi fram og ikki fáa nakr­an kritiskan spurning frá fjøl­miðl­a­fólkinum. Sum tann góði Public Service stovn­ur, ið Kringvarp Føroya er, so vænta vit, at forkvinnan í Ped­a­gogfelagnum í morgin slepp­ur framat mikrofonini at greiða frá støðu teirra og fak­fel­ags­rætt­ind­um hjá lim­um hennara sum heild.

Feløgini í Samtak
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag