Samtak: Uppskotið er ikki nóg gott

Samtak heldur, at uppskotið um minstuløn hjá sjófólki er ikki nóg gott í verandi líki. Ein nýggj skipan er ikki klár at seta í verk, tískil átti løgtingið at felt uppskotini við triðju viðgerð. Á hendan hátt tryggjar løgtingið, at sjófólk ikki fara óneyðuga nógv niður í løn. Tað heldur Samtak.

Undir aðru viðgerð í gjár atkvøddi ein stórur meiriluti av løgtinginum fyri at avtaka minstulønarskipanina, og at seta í verk trygdargrunn fyri sjófólk.

Tað hevur við sær, at minstulønin, sum landið higartil hevur fíggjað, er burtur. Sjófólk og reiðarar skulu heldur rinda minstulønina, tá ein túrur hilnast illa.

Verða uppskotini um minstulønina og trygdargrunnin samtykt í verandi líki til triðju og seinastu viðgerð, merkir tað, at sjófólk lækka nakrar túsund krónur í løn um árið. Tað velst um, hvussu stór lønarhækkingin er um býtisprosentið í sáttmálanum millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið, og um hvussu stór inntøkan er.