- Hvørja ferð nýggja ABC samgongan hevur stungið sosialpolitiskar ætlanir út í kortið, hevur tað verið neiligar broytingar, ið framdar hava verið, sigur Samtak í hvassari viðmerking til ólavsøkupakkan hjá samgonguni.
Feløgini í Samtaki siga, at broytingar, ið gera, at munurin verður størri millum rík og fátæk, broytingar, ið gera, at tey sum hava mest tørv á sosialu skipanum landsins vera svikin.
- Ólavsøkupakkin er einki undantak í so máta ? tvørturímóti. Tað undrar tó, at tað ongin í landsstýrinum er, sum kann tala søkina hjá teimum veikaru bólkunum í samfelagnum. At síggja til er parlagið millum landsstýrismannin við fíggjarmálum og landsstýriskvinnuna við almannamálum hættislig fyri tey, ið hava tørv á, at tað er eitt trygdarnet í Føroyum.
Hugsjónin handan broytingarnar tykist vera, at tey sum hava, tey skulu hava meir, og tey sum einki hava, tey skulu missa tað tey hava.
Fakfeløgini vísa á, at við slíkum sosialpolitikki verður ikki leingi til sosiala lóggávan, Føroyar hóast alt hava, verður fullkomiliga avlagað. Spurningurin er so, um tað er nakar í løgtinginum, ið kann støðga sosialu ørvitisverkætlanunum, ið landsstýrið arbeiðir við.
Tey vísa eisini á, at fyritíðarpensjónistar verða raktir, tí mótroknast skal í pensjónini frá fyrstu krónu, hóast pensjónin er eitt endurgjald fyri mistan arbeiðsførleika. Í dag kann ein fyritíðarpensjónistur forvinna uml 85.000 kr áðrenn tað verður mótroknað í fyritíðarpensjónini. Verður ætlaða broyting framd, fer fyritíðarpensjónisturin við inntøku á 85.000 kr at gerast einar 20.000 kr fátækari komandi ár.
- Viðvíkjandi ætlanunum í fólkapensjónini, so er eisini ætlanin at mótrokna frá fyrstu krónu, ið pensjónistar hava í inntøku við síðuna av. Henda inntøka kann antin verða uppspard pensjón ella vanligt arbeiði. Í dag er tað so, at ein pensjónistur kann hava upp til uml. 60.000 kr í inntøku ella pensjón við síðuna av áðrenn mótroknað verður í pensjónini frá tí almenna. Í framtíðini verður tað so, at fyri hvørja krónu tú leggur til síðis til pensjón, so fert tú at missa 25 oyru í pensjónini.
Samtak sigur, at uppskotið fer at gera, at tey sum ikki hava spart nakað serligt upp, ella tey sum bert kunna arbeiða eitt sindur verða harðast rakt. Við øðrum orðum, tey sum hava lítið skulu missa lutfalsliga nógv.
- Við nýggju pensjónslóggávuni ber til at javna út tann stóra mun tað er millum fólk í arbeiðslívinum. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ætlar ikki bert at varðveita tann stóra mun tað er millum fólk í arbeiðslívinum, men at forstyrkja munin, soleiðis at tey sum eru illa fyri í arbeiðslívinum vera lutfalsliga verri fyri í pensjónsárum, sigur Samtak.
Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur fleiri aðrar neiligar sosialpolitiskar ætlanir, eitt nú at avtaka skipanina við sjúkradagpening fyri pensjónistar umframt at skerja stuðulin til tey, sum fáa frá almannastovuni vegna arbeiðsloysi. Hetta er sosialpolitikkur, tá ið hann er ringastur.
Tey sum eru illa fyri í dag verða við núverandi almanna- og fíggjarpolitikki munandi verri fyri, um ætlanir landsstýrisins vera framdar, sigur Samtak í hvassaorðaðu viðmerkingini til samgonguflokkarnar.