Samtak vísir á fleiri vegamót fyri framman og nevnir, at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur skal orðast, at nýggj kommunuskipan skal setast í gildi, at nýggj fyriskipan fyri fólkaskúlan skal gerast og at ein broyting á pensjónsøkinum stendur ovarlaga á listanum yvir øki, sum væntandi vera broytt.
- Men onnur arbeiðsmarknaðarlig og sosialpolitisk mál eru eisini, sum treingja til dagføringar, siga feløgini í Samtaki, sum ynskja at seta nøkur av hesum málum - umframt onnur - á politisku dagsskránna.
Í skrivi til komandi løgting og samgongu siga feløgini í Samtaki seg vóna, at valevni og flokkar vilja arbeiða fyri hesum valynskjum, sum kunnu gera Føroyar til eitt betri, rúmligari og rættvísari samfelag at búgva í.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, og Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, hava skrivað undir áheitanina.