Samtak og Trygd hava skrivað undir samstarvsavtalu um tryggingar fyri limirnar hjá Samtaki. Samstarvsavtalan fevnir um skaðatryggingarnar hjá limunum í Samtaki og førir við sær, at limirnir í Samtak, sum eru ella gerast kundar hjá Trygd, fáa sertreytir.
Avtalan fevnir um allar virknar limir feløgunum í Samtak, og limirnir skula bert kunna Trygd um, at teir eru limir í einum felagi í Samtaki fyri at fáa sertreytirnar settar í gildi.
Avtalan fevnir um tryggingarnar Akfarstrygd, Sethúsatrygd, Familjutrygd og Vanlukkutrygd.
Avtalan er galdandi fyri bæði høvuðstryggingarnar og ískoytisfulnaðirnar til hesar tryggingar.
- Fleiri líknandi avtalur koma í næstum, og fakfeløgini í Samtak arbeiða virkið við, at gera eitt stórt útboð av limafyrimunum, sigur Samtak í morgun.
Limafeløgini í Samtak eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag