Samtak og FF upp í Topaz-málið

Fiskimannafelagið og Samtak kanna í løtuni, hvussu tey kunnu vera við til at hjálpa manningini á Topaz at fáa løn Samtak og Fiskimannafelagið kanna í løtuni, hvussu tey kunnu vera við til at hjálpa sjófólkunum umborð á Topaz at fáa sína løn.

-Vónandi verður tað ikki neyðugt at seta tiltøk í verk, og tí vilja vit inniliga heita á Bjarta Mohr um at gjalda sjófólkunum lønina beinavegin, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Hon sigur, at av tí at skipið er skrásett í Føroyum, eru fleiri møguleikar at gera nakað við málið her. Tað mest víðgongda stigið hevði verið at framt arrest í skipinum, men vónani er tað ikki neyðugt at fara so langt, sigur Sonja Jógvansdóttir við Kringvarpið.