Samt ST í hernað móti IS

Heimsins stórveldir tóku í gjárkvøldið undir við einum uppskoti í Trygdarráðnum hjá ST, ið hevur til endamáls at beina fyri islamski yvirgangsfelagsskapin Islamska Statin einaferð fyri altíð. Tað skrivar bretska blaðið The Independent.


Tað er Frakland, ið hevði lagt uppskotið fram í kjalarvørrinum av yvirgangsatsóknini í Paris síðsta fríggjadag. Endamálið við uppskotinum er at lýsa kríggj móti IS og týna allar jihadistar í Irak og Sýria.


Hóast nøkur lond áður hava verið heldur lunkað til at leggja uppí viðurskiftini hjá øðrum statum, í hesum førinum hjá Sýria og Irak, so hava yvirgangsálopini á Paris og russiska ferðamannaflogfarið, umframt avrættingin av kinesiskum borgarum, megna at sameina londini í Trygdarráðnum í stríðnum móti IS.


Samtykta uppskotið heitir á øll limalond, ið hava evnini til tess, at sameinast í krígnum móti IS, og brúka øll neyðug tól at beina fyri IS í Irak og Sýria.