Samtíðarskatt í 25 ár

Tann 1. apríl vóru 25 ár liðin síðan vit í Føroyum fingu samtíðarskatt. Mánadagin 2. apríl 1984 var hátíðarhald á P/F Elektron í Havn í sambandi við at samtíðarskattaskipanin varð tikin í nýtslu.

Tað var Torbjørn Poulsen, landsstýrismaður, sum trýsti á knøttin á einum tóli hjá P/F Elektron, og samtíðarskattaskipanin fór at virka.

Undir hátíðarhaldinum hildu m.a. Helgi Fossádal frá Elektron og Pauli Ellefsen, løgmaður, røðu.

Áðrenn samtíðarskattaskipanin kom í gildi, skuldu fólk sjálvi gjalda sín skatt, eftir at tey høvdu fingið løn, antin sum flyting gjøgnum banka ella á posthúsinum.