Katrin Hovland Petersen
---------
Bill Justinussen førdi í síðstu viku fram, at tað er ógjørligt fyri ein kristnan at vera fyri, at samkynd kunnu skráseta seg í parlag. Tí skulu kristnir politikar arbeiða fyri at seta mørk, so samkynd t.d. ikki sleppa at skráseta seg í parlag. Eri ósamd við Bill í hesum av tí, at eg meti, at tað eru tvey sløg av marksetan – ein marksetan millum menniskju og ein marksetan fyri tað einstaka menniskja viðvíkjandi trúgv og virðum.
Ádú ádu, hvat verður mann ikki lagdur undir at hava sagt - ella í hesum førinum fyri at vera fyri? Í síðstu viku førdi Bill Justinussen nevniliga fram, at eg taki undir við, at vit í Føroyum skulu hava fría fosturtøku og fría rúsdrekkasølu.
Eg veit als ikki av, at eg havi úttalað meg um hesi mál - eg havi úttalað meg um skrásett parlag og um, at samkynd skulu kunna ættleiða, ja - men fría fosturtøka? Fría rúsdrekkasølu? Nei, tað havi eg ikki úttalað meg um. Eg fari at biðja teg um ikki at taka forhastaðar konklusiónir, Bill. Ansa eftir tínum orðum.
Skal gera vart við, at tað, eg her beri fram, er egna vegna og ikki vegna Ungmannafelagið Samband.
Skrásett parlag
Lat okkum hyggja eftir málinum um skrásett parlag. Tað er blivið ført fram, at eg sum kristin ikki kann vera fyri, at samkynd skulu sleppa at skráseta seg sum par, tí Bíblian er ímóti tí. Í hesum eri eg ósamd.
Fyrst skal sigast, at eg meti, at Bíblian er greið í hesum máli, og at hon sigur, at tað er skeivt at liva saman sum samkyndur. Tá eg so kortini kann vera fyri, at samkynd skulu kunna skráseta seg í parlag, er tað orsakað av fylgjandi:
Tvey sløg av marksetan
Um eg havi skilt Bill rætt, so skrivar hann, at tað er týdningarmikið, at myndugleikarnir seta mørk. Eg eri samd í hesum - tað er SERA týdningarmikið, at myndugleikarnir seta mørk. Men sum eg síggi tað, so finnast 2 sløg av mørkum, ið politiska skipanin kann seta borgarum.
Tað fyrsta slagið av marksetan er í samspælinum millum borgarum í samfelagnum. Hetta markið forðar einum menniskja í at skaða eitt annað menniskja. Eitt konkret dømi uppá hetta er, at eitt menniskja ikki hevur loyvi at drepa ella á nakran hátt skaða eitt annað menniskja. Tað snýr seg so statt um samspælið millum borgarar, og at verja borgararnar.
Hitt slagið av marksetan snýr seg um persónligt frælsi. Her hyggja vit ikki longur eftir samspælinum millum borgararnar, men eftir tí einstaka borgaranum. Við hesari marksetan fara myndugleikarnir inn á tað persónliga økið hjá borgaranum og diktera, hvat hann skal halda, og hvørji virðir, hann skal byggja sítt lív á. Borgarin sleppur so statt ikki at velja síni egnu lívsvirðir.
Tann seinna marksetanin ikki í samsvar við evangeliið
Eg eri fyri tí fyrra slagnum av marksetan í samspælinum millum menniskju, har myndugleikarnir fara inn og forða menniskjum at skaða onnur menniskju. Orsakað av hesum kann eg t.d. ikki vera fyri fríari fosturtøku av tí, at eg haldi, at tá snýr tað seg ikki um eitt menniskja, men um tvey menniskjalív – eina kvinnu og eitt fostur.
Men eg eri sterkt ímóti tí seinna slagnum av marksetan, har politiska skipanin fer inn á tað persónliga øki og dikterar, hvat menniskjan skal halda. Og eg meti ikki, at evangeliið leggur upp til eina tílíka marksetan – ALS ikki. Menniskju mugu sjálv sleppa at velja, um tey vilja fylgja Bíbliuni ella ikki. Bill tosar um, at vit kristnu skulu vera ljós og salt - hetta skulu vit absolut vera. Men hvar áleggur Kristus okkum at nýta tvang? At TVINGA onnur menniskju at fylgja Bíbliuni? Ella at TVINGA onnur til at vera kristin? Kristus álegði okkum ongatíð at nýta tvang. Og tað er júst tað, vit gera, tá vit á ymiskan hátt royna at forða samkyndum í at skráseta seg í parlag. Um samkynd ynskja at skráseta seg í parlag, so er tað tí, at tey halda, at tað er rætt. Og hóast eg trúgvi, at tað er skeivt at liva sum samkyndur, so má eg kortini loyva teimum at liva eftir teirra sannføring. Eisini hóast eg trúgvi, at kristindómurin er universellur, og at sannleikin, ið hann boðar, er absoluttur.
Kirkjan áløgd at ávara, ikki at tvinga
Sjálv trúgvi eg, at samkynd velja Kristus frá, tá tey velja at liva sum samkynd. Tí haldi eg, at tað er sera týdningarmikið, at tann kristna meinigheitin rópar varskó og ávarar ímóti hesum. Sum Bill vísur á, so eru vit kristnu jú áløgd at vera salt og ljós. Hetta eru vit, um vit í kærleika vísa menniskjum á teirra ekstrema tørv á Kristus - og í hesum liggur, at vit eisini eru erlig og siga, at alt ikki er rætt og gott. Men vit kunnu ikki tvinga menniskju til at velja Kristus og boðorð hansara.
So at fara inn og tvinga menniskju at fylgja Bíbliuni við at lóggeva á hesum økinum, meti eg ikki vera í samsvar við evangeliið.