Sosialurin hevur biðið Atla Dam, um eina viðmerking til veljarakanningina hjá Útvarpinum, sum sigur, at meiriluti er fyri at Føroyar skulu verða innanfyri ríkisfelagsskapin.
? Hetta er tað sama, sum Javnaðarflokkurin hevur sagt og sum flokkurin hevur hildið fast við alla tíðina, og tað gleðir meg almikið, at veljarar floksins takað undir við tí sum flokkurin arbeiðir fyri, sigur Atli Dam.
Men hvat við spurninginum um einaferð í framtíðini?
? Tað er ikki relevant hjá fólki, at taka støðu til tann spurningin nú, og tí haldi eg at hasin spurningurin er púra óviðkomandi, sigur Atli Dam í eini stuttari viðmerking.