Ólavsøkurøða
Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, heldur, at løgmansrøðan á ólavsøku var væl skrivað. Orðini vóru væl vald, og hon fall væl í oyruni. Men her var einki nýtt. Tað, sum løgmaður vísti á av nýggjum, er sonevndi ólavsøkupakkin, sum longu er lagdur fram fyri almenningin.
- Men eg hevði heldur ikki væntað, at løgmaður fór at koma við nøkrum nýggjum á ólavsøku.
Jenis sigur, at keppupakkin hjá sitandi samgongu gerst ikki virkin fyrr enn 1. januar 2010, tá ringasta kreppan, sum hann tekur til, vónandi er av.
- Jú, løgmansrøðan var fitt og skrivað í roman-stíli, men her vóru ongar visjónir, einki ítøkiligt og einki nýtt at heinta. Her var einki, sum sigur, at nakað er í ljósmála, sum fer at broyta – ella lætta um hjá nøkrum, leggur hann aftrat.
Ikki samanhangur
Jenis av Rana heldur ikki, at samanhangur er millum orð løgmans og tað, sum sitandi landsstýri hevur gjørt og sambært øllum sólarmerkjum ætlar sær at gera.
- Løgmaður tosaði um týdningin av gransking, men trupulleikin er, at her lekur av álvara millum ”teori og praksis”, tí hetta eru jú somu fólk, sum hava skert føroyska gransking. Kaj Leo tosaði eisini um tey í samfelagnum, sum eru á niðastu rók og hava serligar tørvir. Hann nevndi hesi, sum tey, ið samfelagið hevur serliga stóra ábyrgd yvirfyri, men eisini her hevur sitandi samgonga lagt byrðar á eitt nú pensjónistar.
Jenis sigur seg tí ikki duga at síggja, at samsvar er millum tað, sum løgmaður sigur og tær avgerðir, sum hansara samgonga tekur mótvegis hesum fólkum.
- Nógv av teimum málum, sum løgmaður vísti á, eru mál, sum longu eru samtykt og partvís sett í verk. Millum hesi eru eisini mál, sum samgongan undan hesari, samtykti.
Formaður Miðfloksins hevði vónað, at løgmansrøðan á ólavsøku var meira framsíggin – ikki minst við teirr kreppu í huga, sum samfelagið er í.
- Eg haldi, at tá tú bjóðar teg fram at stýra einum landi, eigur tú eisini at hava visjónir um, hvussu hetta kal gerast, men slíkar fekst tú ikki eyga á í røðu løgmans.
Jenis av Rana sigur, at lítið og einki er í røðu løgmans um, hvussu hallið á fíggjarlógini kann minkast, men hinvegin heldur hann ikki, at rætt er at tátta í so harðliga, at borgarar gerast uppaftur verri fyri.
- Eitt er, at bremskurnar ikki eiga at verða traðkaðar í botn í einum. Annað er so, at samgongan velir einki at gera, leggur hann aftrat.
Skumpa nútíðina
Jenis av Rana vísir á, at sitandi landsstýri bara skumpar nútíðina frammanfyri sær og ger einki fyri at loysa tey mál, sum skulu loysast.
- Í januar skuldu vit fáa at vita, hvat landsstýrið ætlar sær at gera. Sama var í juni, og nú sigur løgmaður, at ætlanir, sum landsstýrið og vinnan hava í felag, nú verða lagdar fram til heystar.










