Samsung skal rinda Apple seks milliardir

Ein ameriksnaskur rættur hevur dømt Samsung til at gjalda Apple eina milliard dollarar í endurgjaldi fyri at hava kopierað iPhone og iPad.

Tað skrivar epn.dk.

Rætturin í San Jose í Kalifornia hevur kannað 700 kærur um patentrættin frá Apple og gjørdi av, at suðurkoreanski kappingarneytin hevði brotið fleiri patentrættir og á fleiri økjum kopierað iPhone og iPad.

Apple hevði kravt eitt endurgjald á 2,75 milliardir dollarar – sum svarar til 16,4 milliardir krónur - tí fyritøkan helt, at Samsung Galaxy-framleiðslur vóru kopiir av Apple framleiðslum.

Samsung saksøkti síðani Apple fyri at hava kopierað teirra samskiftistøkni, men hesum vísti rætturin aftur.

Dómurin, sum er sagdur nógv skjótari enn væntað, kann merkja eitt bann móti at selja fleiri av framleiðslunum hjá Samsung í USA og fer sannlíkt at styrkja leiðandi støðuna hjá Apple á farteldu marknaðinum.

Fleiri framleiðarar, sum eisini selja fartelefonir grundaðar á Android-skipanina hjá Google, eru nú í vanda fyri at verða saksøktir av Apple.