Samsung og Renault samstarva um bilaframleiðslu

Samsung kenna vit best frá radiotólum, fløguspælarum og øðrum elektroniskum tólum.

Eisini hava vit sæð Samsung brøytir á ymiskum arbeiðsplássum kring landið. Samsung er ein stór Suðurkoreansk ídnaðarkonsern sum eisini framleiðir bilar

Tá stóra suðurkoreanska Samsung konsernin fór undir bilaframleiðslu, var tað í samstarvi við Nissan. Men eftir stórar fíggjarligar trupulleikar í Fjareystri bleiv tað fyri tveimum árum síðan, Renault sum yvirtók bilaframleiðsluna.
Renault Samsung Motors, sum nýggja fyritøkan eitur klárar seg sera væl og gevur eitt gott yvirskot. Renault er fyrsta evropeiska fyritøkan sum samstarvar við suðurkoreanarnar um bilaframleiðslu. Fyritøkan hevur egna granskingar og menningarmiðstøð í útkantinum av Seul. Samsung gera bilar við motorum frá 1,5 litur til 2,6 V6 motorar.