Samstarvssáttmáli undirskrivaður við Þjóðskrá Íslands

Í sambandi við at Kári P Højgaard í seinastu viku vitjaði íslendska starvsbróður sín, Ögmund Jónasson, undirskrivaðu Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni og Haukur Ingibergsson, stjóri á Þjóðskrá Íslands eina samstarvs- og menningaravtalu.

Umhvørvisstovan og Þjóðskrá Íslands umsita hvør í sínum lagi nakrar av teim mest týdningarmiklu grundskráunum í londunum báðum, nevniliga landsfólkayvirlitið, tinglýsingina og matrikulin. Tá samfeløgini hartil eru rættuliga lík er upplagt at samstarva um mál av felags áhuga, sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Ítøkiliga fevnir samstarvsavtalan um, at starvsfólk kunnu arbeiða hvør hjá øðrum í avmarkað tíðarskeið, at serfrøðingarnir á stovnunum altíð kunnu leita sær ráð hvør hjá øðrum, og at stovnarnir kunnu leita sær vitanardeiling og strategiska ráðlegging hvør hjá øðrum í sambandi við endurnýgging av størri edv-skipanum.

Avtalan er fyribils galdandi í trý ár. Tá hetta skeiðið er runnið, verður avtalan eftirmett og endurnýggjað.