Samstarvsnevndin verjir sjúkrahússtjóran

Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum átalar nú framferðarháttin frá politiska myndugleikanum mótvegis sjúkrahússtjóranum á Landssjúkrahúsinum. Hetta gera tey í kjalavørinum av, at tað er komið fram, at Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum, helst verður sagdur úr starvi orsaka av fíggjarligu støðuni á Landssjúkrahúsinum, har 10 milliónir krónur resta í og boðað er frá ógvusligum sparitiltøkum.

- Vit vilja staðiliga afturvísa pástandin, um manglandi fíggjarstýring á Landssjúkrahúsinum. Tað eru fastir mánaðarligir fíggjarfundir, har rakstur og lønir verður viðgjørt. Til dags dato heldur játtanin á lønarkontoini, men sum gongdin líður, vænta vit undirskot uppá 10 milliónir av samlaða raktrinum serliga orsakað av heilivági, men hetta hava vit væntað, og varð Heilsumálaráðið fyrstu ferð kunnað um hetta longu í mars mánaði, verður sagt í skrivi frá eini samdari Samstarvsnevnd á Landssjúkrahúsinum, sum umboðar øll starvsfólkini har.

Víðari siga tey:

- Til teir politikarar, sum pástanda, at Landssjúkrahúsið hevur fingið ta játtan ið biðið er um, kann hetta staðiliga afturvísast. Umbøn um játtan til Landssjúkrahúsið verður skarvað hvørt ár við tvey-siffraðari millióna upphædd av Heilsumálaráðnum, áðrenn farið verður í fíggjarnevndina.

-Vit hava hildið játtanina sum nú er, tí at vit hava ein dugnaligan stjóra og eina góða fíggjarstýring. Vit meta ikki at ein nýggjur stjóri er nøkur loysn.

Soleiðis sum støðan er, óttast vit framtíðina og kann ein uppsøgn av stjóranum niðurbróta tað góða samstarv og trivnaðin, sum er uppbygt ímillum leiðslu og starvsfólk, sigur Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum.