Samstarvsmøguleikarnir minka

Við nýggja formanninum verður Sjálvstýrisflokkurin ein meira høgravendur og meira loysingarsinnaður flokkur, enn hann hevur veirð í 100 ár. Og samstundis minka møguleikarnir fyir at samstarva við allar flokkar á tingi, metir formaðurin í Javnaðarflokkinum

 

Formansskifti


Møguleikarnir hjá sjálvstýrisflokkinum fyri at samstarva við allar flokkar, sum hann higartil hevur gjørt, fara at minka munandi við nýggja formanninum, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tað er ivaleyst, at Sjálvstýrisflokkurin eftir formansskiftið fer at broyta skap. Hann heldur, at tann leikluturin, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur havt sum tann flokkur, sum hevur kunnað samstarvað allastaðni í føroyskum politikki, fer at hvørva við nýggja formanninum, Sámali Peturi í Grund.

Hansara persónligu politisku hugsanir fara at mynda flokki, sigur Jóannes Eidesgaard. Og tær eru nógv meira loysingasinnaðar og høgravendar, enn Sjálvstýrisflokkurin nakrantíð hevur verið tey næstan 100 árini, hann hevur verið til.

Jóannes Eidesgaard vísir aftur gitingum um, at Javnaðarflokkurin hevur boðið Helenu Dam á Neystabø upp í flokkin.

?Skemtar tú? spyr hann, og tekur aftur í aftur, at tað hevur als ikki verið viðgjørt. Hann var eins ovfarin, tá hann frætti, at hon ikki stillar upp aftur til formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum, sum flestu onnur vóru.

Helena Dam á Neystabø var annars virkin limur í Javnaðarflokkinum til fram móti valinum í 1990, tá hon skifti til Sjálvstýrisflokkin.

?Men vendir hon sær til okkara, verður tað viðgjørt eins og allar aðrar áheitanir og uppskot, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.