Samstarvið um koronu hevur verið fyrimyndaligt

Higartil eru 30 milliónir brúktar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fingið bróðurpartin og Thetis hevur fingið nakað minni

Samstarvið um at kanna fólk fyri koronu, hevur verið fyrimyndarligt. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Beinta Løwe Jacobsen, tinglimur fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógv heilsuverkið hevur rindað privatum kanningarstovum fyri at gera koronukanningar síðani í mars mánað í fjør tá koronufarsóttin byrjaði, og til nú

 

Hon vísir á, at í fjør útveitti Landssjúkrahúsið koronukanningarnar til privatar fyritøkur. Men hon leggur afturat, at, sambært landsstýrismanninum sjálvum, er Heilsufrøðiliga Starvsstovan ongantíð spurd um at gera hesar kanningar.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Sjúkrahúsverkið hevur samstarvað við privatu fyritøkurnar, Smyril Line og Thetis, um at skipa fyri, og standa fyri, koronukanningunum á Eystaru bryggju í Havn.

 

Harumframt greinar Thetis umleið helvtina av øllum teimum kanningum, Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar hina helvtina.

 

– Samanumtikið hevur samstarvið við øll verið fyrimyndarligt, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at í fjør, og higartil í ár, hevur Sjúkrahúsverkið brúkt umleið 30 milliónir krónur fyri tær koronukanningar, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina. Av hesum hevur Heilsufrøðiligu starvsstovuni fingið 16,5 milliónir krónur fyri at greina kanningar, og Thetis hevur fingið umleið 12,6 milliónir fyri at greina kanningar, umframt til løn til tey, sum gera kanningarnar og til ymiskt tilfar og útgerð, sum brúk er fyri.

 

Harumframt hevur Smyril Line fingið einar 900.000 krónur fyri tíðina, tey brúktu upp á at samskipa skipaferðsluna, telefonavgreiðslu, og annað, fyri sjúkrahúsverkið.

 

– Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur greinað kanningar fyri Sjúkrahúsverkið og ger tað framvegis. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongantíð gjørt kanningar fyri heilsuverkið - og hon er er heldur spurd um hetta, tí hesum taka Thetis og sjúkrahúsverkið sær av, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.