Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá HB í 2018 og í 2019, Heimir Guðjónsson hevur nú kastað handklæðið í ringin sum høvuðsvenjari hjá Vali.
Valur liggur á einum fimta plássi við 20 stigum fyri 13 dysti, og heili 14 stig eru upp til oddaliðið, Breiðablik. Tað er ikki nøktandi fyri eitt stolt felag sum Valur,
2-3 tapið fyri botnliðnum, ÍBV úti á Vestmannaoyggjunum ígjár gjørdist seinasti dysturin hjá Heimir sum høvuðsvenjari hjá Vali.
Heimir gjørdist íslandsmeistari við Vali í 2020, og vann áðrenn tað meistaraheiti og steypakappingar við HB og FH, so neyvan verður hann arbeiðsleysur leingi.
Ólafur Jóhannesson, ið vandi Gunnar Nielsen og liðfelagarnar í FH fyrr í ár tekur við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Vali.